
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri jarðskjálvtar, men framvegis vandi fyri eldgosi

Tað er vorðið nakað friðarligari í jørðini undir Grindavík á Reykjanesi í Íslandi. Í nátt eru bara skrásettir 300 jarðskjálvtar við býin Grindavík.
Í gjár vóru 2.800 skjálvtar í økinum, skrivar íslendskar kringvarpið, RÚV.
Men vandin fyri eldgosi er framvegis stórur.
Fríggjadagin vóru íbúgvarnir í Grindavík við stuttari ávaring fluttir úr býnum, men í gjár sluppu nøkur teirra heimaftur at taka virðislutir, djór og annað úr heiminum.
Bergur Hermans Bergsson, sum arbeiðir hjá íslendsku veðurstovuni, var í Grindavík í gjár. Vit tosaðu við hann seint í gjárkvøldið:
Í morgun hittast umboð fyri veðurstovuna, løgreglu og landsbjargingarmyndugleikan at umrøða støðuna.