Grønlendingar leggja avgjald á ferðavinnuna

Grønlendingar leggja avgjald á ferðavinnuna
Stórur meiriluti er í grønlendska landstinginum fyri at áseta ferðavinnuskatt
Sambært Sermitsiaq er ætlanin at leggja avgjald á hvørja gistinátt, sum verður millum 30 og 100 krónur.
Mynd: Sermitsiaq  
 
13.11.2023 - 08:42

Samgongan  og aðrir flokkar í grønlendska landstinginum ætla at seta avgjøld á gistingar í landinum. 

Inuit Ataqatigiit, Siumut, Atassut, Naleraq og ein uttanflokka tingmaður hava, í sambandi við fíggjarlógina, ætlanir um at áseta skatt og avgjøld fyri ferðavinnuna.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Landsstýrið skal í næstum leggja fram ætlan fyri ferðavinnuna í 2023/2024, sum síðani verður send til hoyringar.

 

Størri virksemi

Partarnir eru samdir um, at aðalmálið í ætlanini er at fáa størri lokalt virksemi og rakstraríkast frá ferðavinnuni.

Formaðurin í Atassut, Aqqalu Clasen Jerimiassen, skjýtur upp at seta avgjald fyri hvørja gistinátt, og at ferðamannaskip eisini skulu rinda ferðafólkaskatt fyri hvørt ferðafólkið umborð. 

- Sama hvar í verðini, tú fert, rindar tú sum gestur skatt ella avgjald fyri hvørja gistinátt, og dýrast er í USA. Á Kreta skalt tú rinda avgjald alt fyri eitt, tá ið tú kemur á gistingarhúsið. Vit mugu ikki smæðast fyri nýggjum inntøkumøguleikum. Vit skulu læra at forvinna pening frá ferðafólki longu fyrsta dagin, tey koma til Grønlands, sigur Aqqalu Clasen Jerimiassen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947