1000 jarðskjálvtar í Grindavík

1000 jarðskjálvtar í Grindavík
Ætlanin at lata fólk fara aftur til Grindavíkar at heinta kelidýr og annað er enn ikki sett í verk av trygdarávum.
 
12.11.2023 - 12:54

Einir 1000 jarðskjálvtar hava verið í Grindavík í Íslandi síðan á midnátt, skrivar Morgunblaðið.

Allir íbúgvarnir í Grindavík eru fluttir burtur, men ætlanin er nú at lata nøkur fólk fara heim at heinta ymiskt, sum teimum tørva, ella kelidýr. Millum annað eru 20 hestar eftir í bygdini. Men spurningurin um tað er nóg trygt hevur hildið myndugleikunum aftur inntil nú.

Íslendska kringvarpið, RUV, skrivaði fyri einum tíma síðan, at alt bendir á at groytið nú er komið nærri jarðskorpuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947