Amnesty skipar fyri tiltaki um kríggið í Miðeystri

Amnesty skipar fyri tiltaki um kríggið í Miðeystri
Stríðið millum Ísrael og Hamas er harðnað sum ongantíð og havt vanlukkuligar avleiðingar fyri sivila fólkið í Ísrael og hersettu palestinsku økini, staðfestir Amnesty.
 
10.11.2023 - 19:09

Anmnesty International Føroyar boðar tí frá, at í morgin klokkan 15 savnast fólk á Speakers Corner á Vaglinum í Havn til eitt samhugatiltak. Felagsskapurin vil vísa samhuga við teimum, ið hava latið lív og teimum, sum eru fangaði í vanlukkuliga stríðnum, og heitir í hesum sambandi á at verja sivila fólkið.

- Vanlukkuliga støðan má fáa ein enda. Kring allan heim heita tí fólk, felagsskapir og stovnar á vápnahvíld, og tað ger Amnesty International eisini.

Víðari skrivar felagsskapurin, at geimsins leiðarar mugu arbeiða fyri at fáa eina vápnahvíld millum stríðandi partarnar í lag alt fyri eitt, so fleiri ósek ikki verða dripin, neyðuga hjálpin sleppur inn í Gazageiran, og at umstøðurnar gerast betri at samráðast um at fáa burturfluttu gíslarnar latnar leysar aftur

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyum, halda røður, og Bartal Augustinussen spælir nøkur løg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947