Avgjald á ferðaseðlar skal fíggja grøna orku og eldrakekk

Avgjald á ferðaseðlar skal fíggja grøna orku og eldrakekk
Danska stjórnin væntar, at í 2030 fer avgjaldið at geva 1,2 milliardir kr.
Nú verður dýrari at flúgva úr Danmark. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
10.11.2023 - 08:23

Um nøkur fá ár verður dýrari at flúgva úr Danmark.

Stjórnin hevur boðað frá einum avgjaldi á flogferðaseðlar.

Tað verður 70 kr. í miðal í 2025 og 100 kr. í 2030.

Í miðal, tí tað veldst um, hvussu long flogferðin er, hvussu stórt avgjaldið verður.

Tað verður 390 kr. fyri tær longstu flogferðirnar.

Pengarnir, sum avgjaldið gevur, 900 mió. kr. í 2025, fara til at gera innanlandsflogferðsluna í Danmark grøna og til at hjálpa fólkapensjonistum fíggjarliga. 

Í 2030 væntar stjórnin, at avgjaldið fer at geva einar 1,2 milliardir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947