Spara milliónir við at bunkra olju í Føroyum

Spara milliónir við at bunkra olju í Føroyum
Íslendska ríkisgrannskoðanin finst at hesum, tí vaktarskipini rinda ikki íslendskt meirvirðisgjald, tá tey keypa olju í Føroyum
Íslendsk sjóverjuskip bunkraðu olju í Føroyum 11 ferðir í 2018, 2019 og 2020. (Savnsmynd: Morgunblaðið)
 
09.11.2023 - 08:20

Oljukeypið hjá íslendsku vaktar- og bjargingartænastuni í Føroyum verður nú aftur viðgjørt í íslendskum miðlum.

Íslendsku vaktarskipini bunkra olju í Føroyum, tá tey eru eystan fyri Ísland, ella venja saman við føroyskum og donskum skipum, tí oljan er bíligari í Føroyum.

Morgunblaðið skrivar, at vaktar- og bjargingartænastan sparir nógvar milliónir krónur.

Serliga nú, tí nýggja skipið hjá henni brúkar nógv meira olju enn tað, sum tað loysti av, tí nýggja skipið er fýra ferðir størri enn tað gamla. 

 

Bunkrað 11 ferðir

Ríkisgrannskoðanin hevur funnist at og finst enn at hesum keypum, tí vaktar- og bjargingartænastan rindar ikki íslendskt meirvirðisgjald, tá hon keypir olju í Føroyum.

Og skipini eru ikki tøk í íslendskum sjógvi, meðan tey eru í Føroyum.

Íslendska vaktar- og bjargingartænastan bunkraði olju 11 ferðir í Føroyum árini 2018, 2019 og 2020.

Annars byrjaði hon at keypa olju í Føroyum fyrst í hesari øldini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947