1.200 jarðskjálvtar seinasta samdøgrið mátaðir á Reykjanesi

1.200 jarðskjálvtar seinasta samdøgrið mátaðir á Reykjanesi
Umleið 1.200 jarðskjálvtar eru seinasta samdøgrið mátaðir á Reykjanesi, - tætt við Bláa Lónið, og soleiðis hevur tað verið seinastu vikuna
Bergur Hermans Bergsson arbeiðir á Veðurstovu Íslands.
Mynd: Savn  
 
08.11.2023 - 19:02

Umleið 1.200 jarðskjálvtar eru seinasta samdøgrið mátaðir á Reykjanesi, - tætt við Bláa Lónið, og soleiðis hevur tað verið seinastu vikuna. 

- Men skjálvtarnir eru ikki á sama staði, sum skjálvtarnir í summar, sigur Bergur Hermans Bergsson, sum arbeiðir á Veðurstovu Íslands.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1633895

 

3.400 fólk búgva í Grindavík.

Flestu skjálvtarnir eru við Þorbjörn og Sýlingrafell eystanfyri Grindavíkarvegin, og teir eru vorðnir ógvusligari.

Klokkan 00.30 í nátt var ein skjálvti mátaður til 3,4 í styrki, - hinir hava verið niðanfyri trý. 

Nýggjastu myndirnar frá fylgisveinum hjá Veðurstovu Íslands vísa ikki tekin um eldgos í Eldvørp ella við Sýlingrafell, har skjálvtar eru mátaðir seinastu dagarnar, men, at jørðin framhaldandi hækkar við Þorbjörn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947