Gasa-geirin: 70 prosent av fólkinum rikin burtur heiman

Gasa-geirin: 70 prosent av fólkinum rikin burtur heiman
Okkurt um 70 prosent av fólkinum í Gasa-geiranum eru rikin burtur heiman, sigur ST
Okkurt um 70 prosent av fólkinum í Gasa-geiranum eru rikin burtur heiman, sigur ST
Mynd: Mahmud Hams/AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.11.2023 - 20:03

Stórar mannamúgvur hava leitað sær friðskjól í støðum, sum als ikki eru ætlað at hýsa so nógvum fólki.

Sambært ST versna viðurskiftini alsamt dag fyri dag.

Dømi eru um, at bert tveir fermetrar eru til hvørt fólk, har tey hava leitað sær friðskjól.

Í einari flóttafólkalegu eru 600 fólk um eitt vesi, og tilburðir av smittusjúku, diaré og skáldkoppum eru skrásettir í túsundatali.  

Í krígnum, sum hevur vart í ein mánað, eru meira enn 10.000 fólk dripin í Gasa-geiranum higartil, siga heilsumyndugleikarnir í Gasa, har Hamas hevur valdið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947