Eingin fyrimunur í semingsuppskotinum

Eingin fyrimunur í semingsuppskotinum
Tingini hava ikki flutt seg til okkara fyrimun, tí vrakaðu vit semingsuppskotið, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2023 - 15:07

Forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er løgst við krími og vil tí ikki gera bandaða samrøðu, men vit hava fingið eina viðmerking frá henni um, hví felagið vrakaði semingsuppskotið.

- Vit viðgjørdu uppskotið í nevndini og komu ásamt um at vraka uppskotið, tí tað, sum lá á borðinum, kundu vit ikki góðtaka. Tingini hava ikki flutt seg okkara veg, sigur Óluva í Gong. 

Spurd, um øll nevndin í felagnum er samd um at vraka semingsuppskotið, sigur forkvinnan, at har er full semja.

Um hvat nú hendir, sigur hon, at verkfallið heldur fram, hóast Løgtingið hevur tikið ræðisrættin frá teimum og givið leiðsluni í sjúkrahúsverkinum hann. 

Upp á spurningin um verkfallið nú er viknað, tá ið Løgtingið hevur lóggivið um undantøkini, svarar Óluva í Gong.

- Eg haldi, at Løgtingið hevur sett bæði okkum sum felag og leiðsluna í sjúkrahúsverkinum í eina øgiliga keðiliga støðu, tí nú skal leiðslan sjálv sita og meta um støðuna. Eg havi tosað við leiðsluna, og tey halda áfram við tí sama leisti, sum vit hava koyrt frá felagsins síðu. Og eru nøkur ting at tosa um, so fari eg at venda mær til leiðsluna í sjúkrahúsverkinum, sigur Óluva í Gong.

Til spurningin um hon sær nakran enda á verkfallinum, sigur Óluva í Gong.

- Tað verður endi á tí fyrr ella seinni, spurningurin er bara nær. 

Spurningurin er so, um sjúkrarøktarfrøðingarnir bíða, til Løgtingið leggur upp í og avlýsir verkfallið við lóg.

- Nei, tí bíði eg so avgjørt ikki eftir. Eg bíði eftir, at tað verður ein loysn á teimum problematikkum, sum eru í sjúkrahúsverkinum í sambandi við sjúkrarøktarfrøðingar, og bara tí. Løgtingið hevur einki við samráðingarnar at gera, og tað, at tingið hevur lagt seg út í samráðingarnar, er stór skomm, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369