Skattaprosentið í Eysturkommunu lækkar

Skattaprosentið í Eysturkommunu lækkar
Kommunan væntar at fáa 141 milliónir kr. í skatti næsta ár, og íløgur skulu gerast fyri 60 milliónir
Norðragøta. Skattaprosentið í Eysturkommunu næsta ár lækkar niður í 19,9 prosent.
 
30.10.2023 - 08:43

Skatturin í Eysturkommunu lækkar næsta ár.

Hann fer úr 20,5 prosentum niður í 19,9 prosent, sigur býráðið.

Og barnafrádrátturin hækkar. Hann fer úr 8.500 krónum upp í 9.000 krónur.

Sambært uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2024 verður inntøkan hjá Eysturkommunu 141 milliónir krónur.

Íløgur skulu gerast fyri slakar 60 mió. kr. 

Talan er um millum annað skúlaútbygging, vælveruøki, róðrarneyst og útstykking í Syðrugøtu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV