
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álitisfólk og nevndir skulu viðgera møgulig tiltøk
Álitisfólk og nevndir skulu viðgera møgulig tiltøk
Fakfelagssamstarvið hevði fund um støðuna í gjár

Frá stuðulsgonguni í Havn fríggjadagin. Í morgin fara umboð fyri fakfeløg at taka støðu til, um tiltøk skulu setast í verk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
30.10.2023 - 08:22
Øll álitisfólk og nevndir í føroyskum fakfeløgum verða boðin á fund í morgin at viðgera, hvørji tiltøk møguliga skulu setast í verk.
Tað var niðurstøðan á fundinum í gjárkvøldið, har forfólk í fleiri fakfeløgum vóru á fundi at viðgerða støðuna á arbeiðsmarknaðinum í løtuni.
Jógvan Philbrow er formaður í Pedagogfelagnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
- Vit kunnu ikki liva við, at samráðingarrætturin verður tikin frá fakfeløgum, segði Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum og partur av Fakfelagssamstarvinum, í gjárkvøldið eftir fundin:
30102023_Philbrow
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV