Kommunur eiga at fáa veð í ogn hjá bústaðafeløgum

Kommunur eiga at fáa veð í ogn hjá bústaðafeløgum
Formaðurin í Kommunufelagnum vísir á, at peningurin, sum kommunurnar seta í bústaðafeløgini, er ein gáva, sum ikki øll í kommununi fáa gagn av
Tórbjørn Jacobsen er formaður í Kommunufelagnum.
 
27.10.2023 - 18:00

Formaðurin í Kommunufelagnum setur spurnatekin við leistin, sum almannagagnligu bústaðafeløgini skulu skipast eftir.

 Landsstýrið hevur gjørt uppskot um, at kommunur fáa heimild at stovna bústaðafeløg saman við Bústøðum.

Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, heldur, at skulu kommunurnar lata 10-20 prosent í gávu til bústaðafelagið, so má minsta krav vera, at tær fáa veð ognini, sum bygd verður.

Og hví skal ein kommuna lata pening til nakað, sum øll í kommununi ikki fáa gagn av, spyr formaðurin í Kommunufelagnum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27102023_Kommunufelagid_og_bustadafelog

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV