Løgtingið skal hava uppskotini í dag

Løgtingið skal hava uppskotini í dag
Uppskot um lógir, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum, verða løgd fram næsta fríggjadag
Uppskot skulu latast umsitingini í løgtinginum í dag, so stundir eru at kanna tey, áðrenn tey vera løgd fram. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.10.2023 - 08:21

Á middegi í dag er seinasta freist at lata løgtinginum uppskot um lógir, sum skulu koma í gildi 1.januar 2024.

Framløgan í tingsalinum verður kl.13.00 næsta fríggjadag, 3.november.

Uppskot skulu latast umsitingini í løgtinginum í dag, so stundir eru at kanna tey, áðrenn tey vera løgd fram.

Til ber tó at koma við uppskotum eftir, at freistin er farin.

Men tá krevst undirskift frá minst 17 tingfólkum ella fleiri.

Í november hevur løgtingið tríggjar fundir um vikuna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV