Gera einki við fráboðanina hjá russiskum myndugleikum

Gera einki við fráboðanina hjá russiskum myndugleikum
Eingin formlig fráboðan er komin til føroysku myndugleikarnar, sigur leiðarin á uttanríkistænastuni í Uttanríkisráðnum
Gunnar Holm-Jacobsen er leiðari á uttanríkistænastuni í Uttanríkisráðnum. (Savnsmynd)
 
24.10.2023 - 15:52

Føroyska uttanríkistænastan ger einki við fráboðanina hjá russisku fiskivinnumyndugleikunum um at steðga innflutningi av makreli, sild og lodnu úr Føroyum.

- Russiska stigið er ikki heilt óvæntað, men enn er eingin formlig fráboðan komin til føroysku myndugleikarnar, sigur Gunnar Holm-Jacobsen, leiðari á uttanríkistænastuni í Uttanríkisráðnum.

Hoyr samrøðu við Gunnar Holm Jacobsen:

 

24102023_Gunnar_Holm-Jacobsen

 

Russisk skip í Runavík, áðrenn havnarstongsilin var settur í verk. (Savnsmynd)

 

Áheitanin kemur frá Rosrybolovstvo, sum er ein stovnur undir russiska fiskimálaráðnum. Í tíðindaskrivi í gjár sigur stovnurin, at hann mælir russisku stjórnini til at seta í verk innflutningsbann á fisk úr Føroyum.

Í tíðindaskrivinum verður eisini nevnt, at tilmælið um innflutningsbann er eitt aftursvar til tey tiltøk, ið eru sett í verk móti russiskum fiskivinnufyritøkum. Víðari stendur, at tiltøkini vilja ikki ávirka matvørutrygdina hjá Russlandi, tí russisk skip sjálvi fiska hesi fiskasløg.

Sí eisini: Væntar at russar seta tiltøk í verk móti Føroyum

Sí eisini: Uppsjóvarvirki halda ondini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV