- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fer at kanna møguleikan fyri einum hjálparpakka aftrat
Landsstýriskvinnan í almannamálum er sinnað at arbeiða fyri at fáa ein hjálparpakka aftrat samtyktan til fíggjarliga sperdar familjur.
Hjálparpakkin, sum landsstýrið samtykti í vár, fer úr gildi á nýggjárinum.
Sirið Stenberg var í Breddanum fyrrapartin:
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almannamálum.
Sirið Stenberg og Sonja Jógvansdóttir vóru í Breddanum fyrrapartin, nú Samtak hevur sent eitt tíðindaskriv út, har fakfeløgini eftirlýsa ein nýggjan hjálparpakka. Hjálparpakkin hjá landsstýrinum var settur í verk í vár, og hann gjørdi, at húski við lágum inntøkum, sum ikki hava ognir av týdningi, fingu ein fíggjarligan stuðul upp á 12.000 kr., sum var útgoldin eina ferð.
Harumframt hækkaði vanliga familjuískoytið frá 1. juni til 31. desember í ár 750 kr. fyri hvørt barnið, soleiðis at barnafamiljur við lágum inntøkum, og sum ikki hava ognir, fingu ein eyka fíggjarligan styrk.
Sonja Jógvansdóttir er samskipari í Samtaki.
Eisini hækkaði markið fyri inntøkugrundarlagið úr ávikavist 390.000 og 410.000. kr. upp upp 440 tús. kr., og hjá persónum, yngri enn 23 ár, er ogn upp til 50.000 kr. undantikin.
Tað er átrokandi neyðugt, at ein nýggjur hjálparpakki verður samtyktur nú, og hann má eisini hækka, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í felagssamstarvinum Samtaki:
Allur Breddin kann hoyrast her.
Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum eru í samgongu, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyrispurning um málið.
Hon spyr, hvørjum loysnum landsstýrið arbeiðir við fyri at lætta um hjá fíggjarliga sperdum húskjum, og um ætlanin at gera nakað við stóra bráðfeingis tørvin á fíggjarligari hjálp í løtuni.
Sí fyrispurningin her.