Russlandssáttmálin: Uttanlandsnevndin skal kunnast fyrst

Russlandssáttmálin: Uttanlandsnevndin skal kunnast fyrst
Ráðførslan verður í fyrsta lagi í næstu viku, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini
Tað verður ikki í hesari vikuni, at vit fáa at vita, hvørja niðurstøðu landsstýrið kemur til í málinum um fiskiveiðisamstarvið. (Savnsmynd)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.10.2023 - 15:21

Tað verður ikki í hesari vikuni, at vit fáa at at vita, hvat landsstýrið ger við fiskivinnusamstarvið við Russland.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur við Dag & Viku, at landsstýrið ætlar at taka eina avgerð í hesari vikuni. Men tað merkir ikki, at avgerðin verður almenn.

Tá avgerðin er tikin, skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum formliga varðar av málsøkinum, ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.

 

Bjarni Hammer er formaður í uttanlandsnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í fyrsta lagi í næstu viku

Tann ráðførslan er ikki umbiðin enn, og hon kann í fyrsta lagi vera eina ferð í næstu viku, sigur Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini. Hann vísir á, at nevndin má hava eitt ávíst skotbrá at seta seg inn í tilfarið, sum landsstýrið hevur at byggja sína avgerð á.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Andstøðan vil takast upp á ráð í spurninginum um russlandssáttmálan. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vilja takast upp á ráð

Í felags fráboðan heita teir tríggir andstøðuflokkarnir á samgonguna um at taka andstøðuna við upp á ráð, nú avgerðin um russlandssáttmálan skal takast.

- Málið er størri enn samgonga móti andstøðu. Vandi er fyri, at ein lítil samgongumeiriluti tekur avgerðina einsamallur, og tað er ikki til gagns fyri málið, siga andstøðuflokkarnir.

Aksel V. Johannesen segði við útvarpið i gjárkvøldið, at hann ætlar sær at tosa við andstøðuna, áðrenn ráðførsla verður í uttanlandsnevndini.
----

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV