Danir lendir úr Tel Aviv

Danir lendir úr Tel Aviv
Tíðliga í morgun lendi fyrsta flogfarið við 82 ferðafólkum, sum vildu sleppa úr Tel Aviv í Ísrael og øðrum økjum í Palestina
 
14.10.2023 - 15:02

Í morgun komu 82 danskir ríkisborgarar til Danmarkar úr Miðeystri.

Ferðafólkini vóru fyrst flogin til Pafos flogvøllin í Kýpros við einum Hercules hernaðarflogfari.

Tá ið ferðafólkini komu í flogfarið, vóru sálarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar um tey alt fyri eitt, greiðir eitt ferðafólk frá.

Eftir tað fóru ferðafólkini í eitt SAS flogfar, sum síðani fleyg til Danmarkar.

- Tað er ein stórur lætti at fáa ferðafólkini heim, sigur Morten Valentin Jensen, talsfólk hjá donsku hernaðarflogdeildini í Aalborg.

- Talan hevur verið um nógvar forðingar og ótryggleika í sambandi við at flyta donsku ríkisborgarnar úr landinum.

Tað eydnaðist so í gjár, og tað var ein stórur lætti at síggja flogfarið lenda í morgun, sigur Morten Valentin Jensen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948