- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka støðu til russlandssáttmálan í næstu viku
Avgerðin um landsstýrið fer til samráðingar við russar um eina nýggja fiskiveiðuavtalu fyri næsta ár hevur drigið út, men nú er ein avgerð á gáttini.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður:
Aksel V. Johannesen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fiskiveiðuavtalan við Russland er galdandi eitt ár í senn, og tann 31. desember fer hon úr gildi.
Stóri spurningurin er, um Føroyar fara at bjóða Russlandi til samráðingarborðið aftur í ár.
Fyri løgtingsvalið í fjør vóru núverandi samgonguflokkar samdir um, at neyðugt var at slíta samstarvið við Russland í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina.
Kortini hevur tað drigið út hjá samgonguflokkunum at taka eina endaliga avgerð, men í farna mánaði segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at føroyingar mugu vera fyrireikaðir uppá, at fiskiveiðusamráðingarnar við Russland ikki bera á mál.
Tá vildi hann tó ikki siga, um ætlanin var at fara til samráðingar við russar.
Fiskiveiðusamstarvið við Russland er eitt tað elsta fiskiveiðusamstarvið, sum Føroyar hava við eitt annað land.