Føroyingur í Ísrael: Yvirgangsfólk vóru á terassuni

Føroyingur í Ísrael: Yvirgangsfólk vóru á terassuni
14 fólk í kibbutsini, har Katrin Weihe Grosvirt býr, eru dripin, og trý eru tikin gíslar
Katrin Weihe Grosvirt hevur búð í Ísrael í 30 ár.
 
12.10.2023 - 13:38

- Yvirgangsfólk vóru á terassuni hjá okkum, men tíbetur kom ein stríðsvognur framvið, og teir rýmdu. Vit eru heppin, at vit eru á lívi.

Tað sigur Katrin Weihe Grosvirt úr Havn, sum hevur búð Ísrael í 30 ár.

Hon býr í kibbutsini Kissufim, har 280 fólk búgva. Kibbutsin liggur bara hálvan annan kilometur frá markinum til Gasa.

 

Ræðuligur dagur

Leygardagurin var ein tann ræðuligasti í hennara lívi. 14 fólk í kibbutsini vóru dripin, og trý eru tikin gíslar.

Katrin Weihe Grosvirt var vakt av ávaringarlúðrum og var saman við tveimum ommudøtrum í trygdarrúminum næstan allan dagin.

Hoyr samrøðu við Katrina Weihe Grosvirt:

 

12102023_Katrin_til_net

 


 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948