- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Tíðindafundur um ferðaseðlar var hildin ov tíðliga
Tíðindafundurin hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum, var hildin ov tíðliga, tí aftaná kundi staðfestast, at semja var ikki um at broyta prísskipanina hjá Strandferðsluni.
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum vil hava stríðandi partarnar at viðgera málið í samgonguni og ikki í miðlunum.
Prísskipanin, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, kunngjørdi á tíðindafundi fríggjadagin, fekk ilt í samgongufólk. (Savnsmynd)
Løgmaður vísir aftur, at stríðið seinastu dagarnar er prógv um, at samskiftið í samgonguni ikki er nóg gott, og handfaringin av málinum fær hvørki avleiðingar fyri tingfólk ella landsstýrisfólk.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: