Íslendski fíggjarmálaráðharrin farin frá

Íslendski fíggjarmálaráðharrin farin frá
Altingsins umboðsmaður sigur, at luturin hjá Bjarna Benediktsson var ikki í lagi, tá Íslandsbanki var seldur
Bjarni Benediktsson er farin frá sum fíggjarmálaráðharri í Íslandi.
Mynd: Vísir  
 
12.10.2023 - 08:31

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Bene­dikts­son, hevur sagt seg úr starvinum.

Tað gjørdi hann eftir at Altingsins umboðsmaður segði, at lutur hansara, tá Íslandsbanki var seldur, var ikki í lagi.

Bjarni Benediktsson er formaður í Sjálfstæðisflokkinum.

 

Onga ávirkan

Tað fær tó onga ávirkan á samgongusamstarvið, at hann nú er farin frá sum ráðharri, sigur Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri.

Gitingar eru um, at Þordís Kolbrún Reykfjörð Gylfadóttir, sum er uttanríkisráðharri, verður fíggjarmálaráðharri, og Bjarni Benediksson verður uttanríkisráðharri.

Tey eru bæði í Sjálfstæðisflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948