Mæla frá at strika stuðul til skúlabarnaflutning

Mæla frá at strika stuðul til skúlabarnaflutning
Kommunufelagið sigur, at stuðulin javnstillar kommunur, sum hava fyri neyðini at senda børn síni í aðrar kommunur í skúla
Kommunufelagið sigur, at stuðulin verður latin kommunum, sum hava fyri neyðini at senda næmingar sínar í aðra kommunu. (Savnsmynd)
 
11.10.2023 - 14:44

Latið vera við at taka burtur endurgjaldið til næmingaflutning.

Tað er áheitanin frá Kommunufelagnum á fíggjarnevndina hjá løgtinginum, sum hevur uppskotið um fíggjarlóg fyri 2024.

Sambært uppskotinum ætlar landsstýrið at strika stuðulin til skúlabarnaflutning, sum er góðar 2,2 mió.kr.

Kommunufelagið sigur, at stuðulin verður latin kommunum, sum hava fyri neyðini at senda næmingar sínar í aðra kommunu. 

 

 

Eingin fær stuðul

Sambært landsstýrinum verður broytingin gjørd fyri at javnseta allar kommunur soleiðis, at eingin kommuna nú fær stuðul. 

Kommunufelagið sigur, at endurgjaldið er júst ætlað til at javnstilla kommunur, so tær kommunur, sum hava fyri neyðini at senda børn síni í aðrar kommunur í skúla, ikki skulu bera allar eykaútreiðslurnar, sum standast av hesum.

 

Flyta útreiðslur

Tað tykist eyðsýnt, sigur Kommunufelagið, at ætlanin við uppskotinum fram um nakað annað er at flyta útreiðslurnar frá landskassanum til nakrar kommunukassar, sum ofta ikki hava stóra fíggjarliga orku frammanundan.

Felagið sigur eisini, at skúlabarnaflutningur ongantíð hevur verið á fundi millum Kommunufelagið og landsstýrið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109