Javnaðartingmenn: Kortanei at hækka ferðaseðlaprís

Javnaðartingmenn: Kortanei at hækka ferðaseðlaprís
Bjarni Hammer, løgtingsmaður, heldur, at arbeiðslagið hjá landsstýrismannum í samferðslumálum bara elvir til øsing í samgonguni
Tað kemur ikki upp á tal at hækka ferðaseðlaprísirnar á suðuroyarleiðini, siga Bjarni Hammer og Henrik Old. (Savnsmynd)
 
11.10.2023 - 12:20

 Tað kemur ikki upp á tal at hækka ferðaseðlaprísin á suðuroyarleiðini.

Tað staðfesta bæði Henrik Old og Bjarni Hammer, tingmenn fyri Javnaðarflokkin, eftir at Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í gjár segði, at samgongan nú hevur í hyggju at broyta ætlaðu prísskipanina, so at ferðaseðlaprísurin fer upp fyri allar brúkarar.

Tað vil siga fyri allar føroyingar og útlendingar. 

 

Bjarni Hammer, løgtingsmaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bjarni Hammer fýlist á arbeiðslagið hjá landsstýrismanninum, sum hann metir bara elvir til øsing í parlamentariska grundarlagnum undir landsstýrismanninum. 

 

Henrik Old, løgtingsmaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Henrik Old stúrir fyri, at broytingin fer at taka grundarlagið undan vinnunum í Suðuroynni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11102023_Javnadarmenn_og_ferdasedlaprisir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109