Finsk gassleiðing og samskiftiskaðal fingið skaða

Finsk gassleiðing og samskiftiskaðal fingið skaða
Kanningar benda á, at skaðarnir, sum sunnudagin komu á eina gassleiðing og ein samskiftiskaðal millum Finnland og Estland, vóru tilætlaðir
Finski forsætisráðharrin Petteri Orpo sigur, at finska orku- og samskiftistrygdin ikki er í vanda, hóast skaðar eru staðfestir á eina gassleiðing og ein samskiftiskaðal í Finsku víkini
Mynd: Savnsmynd  
 
10.10.2023 - 18:36

Greiðar ábendingar eru um, at skaðarnir á eina gassleiðing og ein samskiftiskaðal í Finsku víkini eru komnir av mannaávum, og tað líkist eini tilætlaðari gerð.

Tað er niðurstøðan hjá finsku kanningarnevndini, sum vísir á, at skaðarnir á gassleiðingina og samskiftiskaðalin millum Finnland og Estland eru so stórir, at tað bert kann vera tilætlað.

Tíðindafundur var fyrr í dag í sambandi við, at finskir myndugleikar sunnudagin komu eftir, at trýstið í gassleiðingini Balticconnector, sum gongur millum Finnland og Estland, var minkað. Stutt seinni varð skaði eisini staðfestur á ein samskiftiskaðal millum londini.

Finska sjóverjan sigur, at gassleiðingin og samskiftiskaðalin ikki liggja lið um lið, men at tey eru í sama landafrøðiliga øki, í Finsku víkini og innanfyri búskaparliga økið hjá Finnlandi.

Sambært finsku telefyritøkuni Traficom eru samskiftistænasturnar í Finnlandi ikki ávirkaðar av skaðanum. Og finski forsætisráðharrin Petteri Orpo sigur, at finska orkutrygdin eins væl og samskiftistrygdin ikki eru í vanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948