
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Omanlop í Fámjinstunlinum - arbeiðið er steðgað fyribils
Omanlop í Fámjinstunlinum - arbeiðið er steðgað fyribils
Hvørki fólk ella útgerð fingu skaða av lopinum, men neyðugt er at leggja arbeiðið stilt, meðan kannað verður, hvussu haldast fram

Tað hevur verið trupult at arbeiða í Fámjinstunlinum, og um vikuskiftið leyp grót í tunlinum. (Savnsmynd)
10.10.2023 - 18:00
Eitt omanlop um vikuskiftið ger, at arbeiðið í Fámjinstunlinum er steðgað fyribils.
Neyðugt er at gera fleiri kanningar, áðrenn arbeiðið heldur fram, sigur stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.
Hetta er onnur ferðin, at tað loypur í tunlinum. Neyðugt verður við størri játtan til arbeiðið, men stjórin á Landsverki væntar, at tíðarætlanin fer at halda.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
10102023_Famjinstunnil
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV