Ein kraftdepil í Klaksvík

Ein kraftdepil í Klaksvík
Í heyst legði Reyði Krossur Føroya fram ætlanir um at víðka virksemið í Klaksvík, og í gjár lat endunýtsluhandilin Reyðakrossbúðin upp.
 
20.02.2025 - 11:35

- Eg visti frá byrjan, júst hvussu hesin handil skuldi síggja út, sigur Anna Maria Joensen, sum er virksemisleiðari í Reyðakrossbúðini í Klaksvík, og leggur flennandi afturat, at hon ætlaði sær als ikki at standa fyri verkætlanini, men at hon samstundis helst hevði so nógvar meiningar, at tað var upplagt, at tað var hon, sum tók uppgávuna á seg.

Í Dávavirkinum í Klaksvík hevur mangt ymiskt virksemi verið, og nú hýsir bygningurin endurnýtsluhandlinum hjá Reyða Krossi í Klaksvík.

Tað hevur ikki verið nakar trupulleiki at fáa fólk at hjálpa, sigur Anna Maria, tí frá byrjan vóru tey fleiri um uppgávuna.

- Tað legst afturat alla tíðina, og tað er gott, at her eru nógv fólk, tí øll hava so nógv um at vera longu áðrenn, sigur hon.

Ein upplagdan møguleika, sum Anna Maria  sær í nýggju búðini er, at tey nú í Norðoyggnum sleppa at siga frá virkseminum hjá Reyðakrossi - bæði tí sum er í Føroyum, og tí sum gongur fyri seg uttan fyri landoddarnar.

1727175

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840