UNICEF mælir til humaniteran geira í Gaza

UNICEF mælir til humaniteran geira í Gaza
Tað eru altíð børnini, sum fyrst verða rakt, sigur stjórin í barnarættindastovninum hjá ST
Børn og vaksin flýggja í Gaza.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.10.2023 - 09:54

Barnarættindastovnurin hjá ST, UNICEF, mælir til at gera ein humaniteran geira inn og úr Gaza, eftir at Ísrael hevur stongt fyri øllum veitingum av mati, vatni, brennievni og streymi.

UNICEF ávarar um, at humanitera støðan versnar ógvuliga skjótt í krígsherjaða økinum, og heldur, at neyðhjálparfólk skulu hava trygt at fara inn og úr Gaza-geiranum, til tess at veita børnum og familjum neyðhjálp.

- Eg minni partarnar á, at í hesum kríggi, eins og í øllum kríggjum, eru tað børnini, sum fyrst verða rakt, og sum eru fyri størstu líðingunum, sigur stjórin í UNICEF, Catherine Russell, í boðum sambært bretska kringvarpinum, BBC.

 

Ísrael sigur seg hava tikið fleiri landaøki aftur frá Hamas fram við markinum til Gaza. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fá vistu um ætlanina

Bara fá fólk í ovastu leiðsluni í yvirgangsfelagsskapinum Hamas vistu um ætlanirnar at leypa á Ísrael leygardagin.

Tað sigur Ali Barakeh, sum er í leiðsluni í útlegd, av skrivstovu sínari í libanska høvuðsstaðnum, Beirut, við AP-tíðindastovuna.

Embætismaðurin í Hamas vísir samstundis aftur tíðindunum um, at iransk trygdarfólk hjálptu við ætlanunum um álopið leygardagin.
 

1500 herfólk deyð

1500 Hamas-herfólk eru funnin deyð í Ísrael, síðani hernaðarligi felagsskapurin leyp á Ísrael leygardagin.

Tað upplýsir ísraelski herurin sambært tíðindastovunum AFP og AP.

- Umleið 1500 lík av herfólki hjá Hamas eru funnin í Ísrael og Gaza, sigur Richard Hecht, talsmaður fyri ísraelska herin, sambært tíðindastovunum.

 

Ísrael hevur svarað rakettálopunum frá Hamas aftur, og nógvir bygningar í Gaza eru lagdir í oyði. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948