- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um príseftirlit á veg í tingið
Í november fær løgtingið uppskot um broytingar í kappingarlógini.
Broytingarnar skulu geva Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka virkisøkið í kappingarlógini.
Talan verður um ásetingar um eftirlit við prísi og ásetingar í revsipartinum og partinum um amboð í lógini.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur svarað Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, sum spurdi um eftirlit við matvøruprísum.
Eftirlit við kapping
Landsstýrismaðurin svarar, at síðani kappingarlógin kom, hevur eftirlitið við matvøruprísum verið bygt á grundreglurnar í lógini um at tryggja og hava eftirlit við kapping eftir marknaðartreytum.
Tað er við grundarlagi í útboði og eftirspurningi.
Eftirlit er eisini við, at marknaðarstøður ikki verða misnýttar ella prísir og vinningur avtalaðir.
Vit mugu tó ásanna, at í einum lítlum marknaðarbúskapi sum tí føroyska eru avbjóðingar við at skapa virkna kapping, sum tryggjar røttu prísirnar, sigur Høgni Hoydal.
Uppskot fall
Í vár fall eitt uppskot í løgtinginum um at seta á stovn eitt príseftirlit.
Men sagt var, at kappingarlógin skal stimbrast.
Og tí arbeiðir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið nú við.