- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnunevndin ójøvn á máli um at broyta rúsdrekkalógina
Fólkaflokkurin tekur ikki undir við, at føroysk bryggjarí og brennarí skulu sleppa at selja egna framleiðslu í sambandi við gestavitjanir. Tað er, at fólk og bólkar fáa rundvísing á sjálvum framleiðslustaðnum.
Tingmenninir, Árni Skaale og Jørgen Niclasen, skriva í álitinum, sum er komið úr vinnunevndini, at vinnupolitiskt er uppskotið ein fyrimunur fyri rúsdrekkaframleiðarar, men teir halda samstundis, at uppskotið ikki samsvarar við endamálið í rúsdrekkalógini, sum er at avmarka rúsdrekkanýtsluna. Teir mæla tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum um eina viku. (Savnsmynd)
Samgongan fyri
Samgonguumboðini í vinnunevndini, Annika Olsen, Karlot Hergeirsson og Uni Holm Johannesen, halda, at við hesari broytingini kunnu vinnuaktørar í Føroyum veita eitt frægari heildartilboð. Tey vísa eisini á, at sølan verður undir skipaðum og avmarkaðum kørmum, tí hon framvegis ikki verður opin fyri almenninginum.
Umboðini fyri Sambandsflokkin í vinnunevndini, Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen, siga, at tey fara at taka støðu til málið í tingsalinum.
Onnur viðgerð verður um eina viku, týsdagin 17. oktober.