Størri prísvøkstur í grannalondunum

Størri prísvøkstur í grannalondunum
Størsti vøksturin er í Íslandi, 7,7 prosent
Prísvøksturin í flestu grannalondunum og ES-londunum, frá august í fjør til august í ár, var størri enn í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.10.2023 - 15:17

At kalla allar vørur eru vorðnar dýrari í Føroyum, men prísvøksturin er kortini størri í okkara grannalondum. 

Tað vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tá prísvøksturin verður samanborin við onnur lond seinasta árið, er hann ikki so stórur í Føroyum sum í hinum norðurlondunum og ES-londunum,

Tó er Danmark undantikið, tí har hevur árligi prísvøksturin verið 2,4 prosent. 

Prísvøksturin í Føroyum er 3,7 prosent. 

Størsti prísvøksturin er í Islandi, 7,7 prosent. Í Finnlandi er hann 5,4 prosent og í Noregi 4,8 prosent.

Í fyrraárið og í fjør var prísvøksturin í Noregi minni enn í Føroyum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF