- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin: Blokkurin í Suðuroyartunnil
Sambandsflokkurin: Blokkurin í Suðuroyartunnil
Endamálið er at útvega eina so stóra eginfígging sum til ber, sigur flokkurin
09.10.2023 - 08:27
Í staðin fyri at minka blokkin við at niðurlaga hann, skulu pengar latast partafelagnum Suðuroyartunnil.
25 mió. kr. skulu flyast felagnum í ár, 50 milliónir næsta ár, 75 milliónir í 2025 og síðani 100 milliónir um árið.
Hetta gevur 850 mió. kr. fram til 2032.
Sambandsflokkurin hevur uppskot til samtyktar um hetta.
Endamálið er at útvega eina so stóra eginfígging sum til ber, sigur flokkurin.
Sambandsflokkurin sigur eisini, at ríkisveitingin skal vera óbroytt, tann sama, sum hon var í fjør, 641,8 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV