- Tíðindi, mentan og ítróttur
Netanyahu: Tey fara at rinda ein høgan prís fyri hetta
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/b4393c92173aaef1d97ad1c7e4bd6496.png?itok=ltjtOYL2)
Nú meir enn eitt samdøgur, síðani limir úr yvirgangsbólkinum Hamas tóku seg inn í fleiri búseturøki í Ísrael og fóru at skjóta frá hond, eru framvegis støð, har skotbardagar eru millum limir í Hamas og ísraelsku trygdardeildirnar.
Aftrat fólkunum, sum fóru yvir um markið við skotvápnum, vóru eisini túsundtals rakettir sendar úr Gazageiranum inn yvir Ísrael í gjár og í nátt.
600 eru deyð
Nýggjastu dagføringarnar siga nú, at fleiri enn 600 ísraelar hava latið lív seinasta samdøgrið. Tá eru bæði sivilfólk og løgreglu- og hernaðarfólk tald við, sambært tíðindamiðlinum Times of Israel.
Harumframt eru fleiri enn 2000 fólk á sjúkrahúsum við skotløstum, fleiri við álvarsamum ella sera álvarsamum løstum.
Skotálop og gíslatøka
Men tað vóru ikki bert skotálop, tí limirnir úr Hamasbólkinum tóku eisini gíslar.
Ísraelskir myndugleikar vátta í morgun, at eini 100 ísraelar eru tiknir gíslar og eru tikin inn í økið í Gazageiranum. Talan er um bæði sivilfólk, kvinnur og børn, umframt herfólk.
Ísrael svarar aftur
Ísraelska loftvápnið svaraði í nátt aftur við at bumba mál í hundraðtali í Gazageiranum.
BBC skrivar sambært palestinskum myndugleikum, at fleiri enn 300 fólk hava latið lív í loftálopunum
Og meðan skotbardagar framvegis herja í nøkrum økjum, so eru ísraelsku trygdardeildirnar farnar undir at flyta sivilfólk burtur úr 25 býum, sum liggja nær við markið til Gazageiran.
- Allir íbúgvar í hesum økjum skulu flytast burtur komandi samdøgrið, sigur talsmaðurin fyri ísraelska herin.
Ísrael er í kríggi
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í gjár, at Ísrael nú er í kríggi og ávaraði í dag um, at fíggindarnir fara at rinda ein høgan prís fyri álopini hetta vikuskiftið, og at goymistøðini hjá Hamasbólkinum skuldu javnast við jørðina.
Í nátt kunnaði hann eisini um, at Ísrael hevur steðgað veitingum av streymi, brennievni og øðrum til Gazageiran, samstundis sum hann lovaði Hamas hevnd.
Hann segði samstundis, at tað fer at vera eitt langt og torført kríggj.