Iransk mannarættindastríðskvinna fær friðarheiðursløn Nobels

Iransk mannarættindastríðskvinna fær friðarheiðursløn Nobels
Narges Mohammadi situr í løtuni fongslað fyri at hava lagt iransku trygdardeildirnar undir ágang í sambandi við kravgongur
51 ára gamla Narges Mohammadi hevur fingið fleiri fongsulsdómar seinastu 10 árini, og nú er hon aftur fongslað
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.10.2023 - 15:26

Iranska mannarættindastríðskvinnan, Narges Mohammadi, fær friðarheiðursløn Nobels í ár fyri stríð sítt fyri frælsi í Iran.

Tað kunngjørdi norska Nobel-nevndin fyrr í dag. 

Narges Mohammadi er fongslað í heimlandinum, tí hon hevur lagt iransku trygdardeildirnar undir at fremja ágang í sambandi við kravgongur til frama fyri frælsi hjá iranskum kvinnum.

Narges Mohammadi er 51 ára gomul, og er fødd í iranska býnum Zanjian. Hon er næstforkvinna í felagsskapinum Defenders of Human Rights Center, sum Shirin Ebadi, ið eisini hevur fingið friðarheiðursløn Nobels, hevur stovnað.

Síðani 2011 er Mohammadi fleiri ferðir dømd fongsulsrevsing, og nú situr hon ein dóm, sum hon fekk í fjør.

Hon var dømd átta áta fongsulsrevsing og 74 koyrlasløg. Seinni er revsingin herd.

 

Berit Reiss-Andersen er forkvinna í Nobel-nevndini. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Nógv hava gingið kravgongu

Forkvinnan í Nobel-nevndini, Berit Reiss-Andersen, sigur, at friðarheiðurslønin í ár er eisini av heiðursløn til tey hundrað túsund tals fólkini, sum hava gingið kravgongu móti iransku myndugleikunum. 

Fyri umleið einum ári síðani doyði  Jina Mahsa Amini í einum iranskum varðhaldi.

Moralløgregan í Iran handtók hana, tí løgreglan vildi vera við, at turriklæðið á høvdi hennara sat ikki sum tað skuldi.

Løgreglan segði seinni, at hon doyði í varðhaldinum av einum hjartatilburði, men sjónarváttar hava sagt, at hon var illa bukað á veg í varðhaldið. 

Hendingin hevði við sær ógvisligan ófrið í Iran. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948