- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldurin á Stykkinum í rættinum í dag
Málið um eldin á Stykkinum í september í 2021 verður viðgjørt í Føroya rætti í dag.
Rætturin fekk ákæruritið á vári í fjør.
Sambært ákæruritinum eru tveir menn, fyrst í tjúgunum, ákærdir fyri seint eitt septemberkvøld í 2021 at hava brotið inn í eini hús á Stykkinum og sett eld á húsini.
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Festi eisini í grannahús
Annar maðurin skal hava stoytt spritt á eina song og tvær sofur, og skal síðani hava fest í.
Sambært ákæruritinum bíðaði maðurin inni í húsinum, til eldurin logaði.
Eldurin gjørdist so mikið stórur, at hann festi í eini grannahús. Bæði húsini fingu stóran skaða.
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
3,7 mió. kr.
Skaðin er fyribils mettur til góðar 3,7 milliónir krónur, stendur í ákæruritinum.
Sami maður er eisini ákærdur fyri at hava sett eld á ein bil. Hetta var sama kvøldið, sum eldurin var á Stykkinum.
Maðurin er eisini ákærdur fyri í fleiri førum at hava rúsevni uppi á sær, at koyra bil ávirkaður av rúsevnum, og fyri innbrot og stuldur.