4.000 ára gomul steinaldargrøv funnin í Noregi

4.000 ára gomul steinaldargrøv funnin í Noregi
Grøvin er líka gomul, sum pýramidurnar í Egyptalandi, siga fornfrøðingarnir
Fornfrøðingar til arbeiðis í Selje á Vesturlandinum
Mynd: Universitetsmuseet í Bergen, UIB  
 
05.10.2023 - 17:48

Higartil hevur tað verið ein gáta, hvussu landbúnaðurin er komin til Vestlandet í Noregi. Men nú er ein 4.000 ára gomul grøv funnin í Selje, sum kanska  hevur eitt svar, skrivar NRK.

Væl vard og innsiglað niðri í sandi hava fornfrøðingar funnið eina grøv, sum er líka gomul sum pýramidurnar í Egyptalandi, beint sunnanfyri Vestkapp í Selje á Vesturlandinum í Noregi.

Ósvaraðir spurningar

Grøvin er frá tíðliga í steinøldini, sum var 4.000 til 1800 ár fyri okkara tíðarrokning, - eitt tíðarskeið, tá ið landbúnaðurin mentist. - Men framvegis eru nógvir ósvaraðir spurningar í sambandi við landbúnaðarmenningina. 

Slíkar gravir eru funnar Buskerud og Østfold í Noregi og í Danmark.

- Hetta er størsta eindømi, sum er funnið í Noregi í meira enn 100 ár, sigur Morten Ramstad, á fornminnisdeildini á lærda háskúlanum í Bergen, við NRK.

Beinagrindir siga søguna

Niðri í grøvini, sum er fýra metrar long og meira enn tveir metrar breið, eru so vælvardar beinagrindir frá mennniskjum, at til ber at staðfesta, nær tey doyðu, hvaðani tey eru ættað, og hvussu tey eru komin júst til Vestlandet.

Landbúnaðurin kom til Noreg umleið 3950 fyri okkara tíðarrokning. Tá bleiv fyrsta landbúnaðarsiðmenning í Skandinavia grundfest kring Oslofjørðin.

Sambært Stóru norsku alfrøðini, var stórur fólkavøkstur í Noregi tíðliga í steinøldini, og tað er helst landbúnaðurin, sum er orsøkin. Húsdjór og landbúnaður saman við veiði á sjógvi og landi góvu so fjølbroytt grundarlag fyri føði, at fleiri fólk enn fyrr kundu búseta seg og fóta sær, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948