- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimleys skulu fáa betri umstøður
Í næstum verður farið undir eina tilgongd, saman við avvarðandi pørtum, at finna fram til, hvørji átøk skulu gerast fyri at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum.
Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til Sólvit E. Nolsø, løgtingsmann.
Neyðugt er eitt nú at arbeiða við støðuni hjá eldri røktarkrevjandi heimleysum, støðuni hjá ungum við rúsevnismisnýtslu, hvørji átøk skulu gerast fyri at fyribyrgja og tálma rúsdrekka-og rúsevnismisnýtslu, avbjóðingin hjá heimleysum at fáa nøktandi bústað, eins og sosialpolitikki og fyribyrging sum heild.
Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum verður tikin við í hetta arbeiði, sigur Sirið Stenberg.
Sólvit Nolsø, løgtingsmaður, spurdi um støðuna hjá heimleysum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sjálvbodir felagsskapir
Í Føroyum er tað ikki ein geiri, sum einsamallur hevur ábyrgd av heimleysum.
Siðvenja er, at sjálvbodnir felagsskapir veita tilboð til hesar borgarar, og fáa stuðul frá bæði landi og kommum til endamálið.
Trupulleikarnir hjá heimleysum eru samansettir, og tí er neyðugt, at fleiri partar lyfta í felag.
Almanna-og mentamálaráðið er í støðugum samskifti við kommunur og aðrar viðkomandi partar um at finna loysnir uppá avbjóðingarnarog umat gera nøkur felags átøk, við tí fyri eygað at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum, stendur í svarinum til Sólvit Nolsø.
Les alt svarið her.