21 fólk doyðu í bussvanlukku í Italia

21 fólk doyðu í bussvanlukku í Italia
Millum tey deyðu eru eisini útlendskir ríkisborgarar, fimm ukrainar og ein týskari
Enn er ógreitt, hví bussurin koppaði. Vanlukkan kravdi í minista lagi 21 mannalív.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.10.2023 - 09:52

Í minsta lagi 21 fólk lótu lív, teirra millum tvey børn, og 15 fingu skaða í eini bussvanlukku nærindis italska býnum Venesia í gjár. 

Millum tey deyðu eru eisini útlendskir ríkisborgarar, fimm ukrainar og ein týskari.

Italski bussførarin læt eisini lív, sigur Michele Di Bari, leiðari fyri umsitingini í Venesia, við tíðindastovuna ANSA.

Enn er ógreitt, hví bussurin koppaði. Bussin var á veg oman av eini brúgv, tá hann koppaði og datt í minsta lagi 10 metrar niður, áðrenn hann tók í nakrar leidningar nærindis einari jarnbreyt,og eldur kom í. 

Varaforsætisráðharrin í Italia, Matteo Salvini, skrivar á sosiala miðlinum X, at tankar sínir eru hjá offrunum og teimum, sum stríðast fyri lívinum.

Matteo Salvini er eisini ráðharri fyri undirstøðukervi og flutningi í Italia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948