Selja meiri heilivág

Selja meiri heilivág
Av søluni í 2021 fór størra helvtin til Sjúkrahúsverkið
Sølan hjá Apoteksverkinum í 2021 var 42,5 mió, kr. størri, enn hon var í 2017. Vøksturin er 22,8 prosent. (Savnsmynd)
 
04.10.2023 - 08:25

Apoteksverkið selur støðugt meiri heilivág.

Sølan í 2021 var 42,5 mió, kr. størri, enn hon var í 2017. Vøksturin er 22,8 prosent.

Tann størra helvtin fór til Sjúkrahúsverkið, 24,8 milliónir. Har er vøskturin 29,8 prosent.

Men vøksturin í nøgd er ikki so stórur, Hann er 11,3 prosent. Vøksturin í Sjúkrahúsverkinum er 9,2 prosent.

Tølini fyri 2022 eru ikki tøk enn.

 

 

Burturbeining

Tølini eru í svari frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, sum spurdi um heilivágsnýtslu.

Margit Stórá sigur, at í Føroyum verður ikki skrásett, hvussu nógvur og hvør heilvágur verður burturbeindur.  

Men mett verður, at tað er í Sjúkrahúsverkinum, at størsta virði av heilivági fer fyri skeytið.

Seinastu árini er tó eitt átak gjørt fyri at minka heilivágsspillið, sigur Margit Stórá.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109