- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta eftir lívinum
Treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta eftir lívinum
Maðurin er fyrr dømdur fyri at hótta fólk í almennum starvi.
03.10.2023 - 12:25
Føroya rættur gav í gjár einum manni 60 daga treytaleysa fongsulrevsing fyri at hótta ein lækna eftir lívinum.
Tað var á Facebook í 2021 og í sambandi við koronu.
Maðurin er fyrr dømdur fyri at hótta fólk í almennum starvi.
Maðurin noktaði seg sekan.
Hann fekk fráverudóm, tí hann kom ikki í rættin. Maðurin hevði ikki lógligt forfall.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV