Framvegis hitamet í Spania

Framvegis hitamet í Spania
Hitabylgja verður í meira enn eina viku aftrat, sigur spanski veðurstovnurin
Tað er framvegis óvanliga heitt í Spania. (Savnsmynd)
 
03.10.2023 - 10:56

Oktober mánaður hevur sett hitamet í Spania. Hitin er komin upp í 38 stig. 

Hitabylgja verður væntandi í meira enn eina viku aftrat, sigur spanski veðurstovnurin, AEMET,

Fýra av 10 mátistøðum hava seinstu dagarnar skrásett hita oman fyri 32 stig.

1. oktober vóru 38,2 stig mátað í bygdini Montoro, sum er inni í landinum. 

Sostatt er gamla hitametið, sum var í 2014 í Marbella, 32 km. longri suðuri, tikið. Metið tá var 37,5 stig. 

Í Sevilla vóru 38 stig mátað í gjár.

- Tað óvanliga er, at hitin fer at seta met í einar 10 dagar aftrat, siga veðurfrøðingarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948