- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tøkugjaldið farið til politiska viðgerð
Tað er ikki farið aftur við borðinum í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, at Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, herfyri segði, at vandi er fyri, at 300 til 400 arbeiðspláss á Bakkafrosti detta burtur, tí tøkugjaldið ger, at tað ber seg ikki fíggjarliga at góðska laksin, at gera lidnar vørur.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur í svari til Magnus Rasmussen, løgtingsmann, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur arbeitt við málinum og lagt tað til politiska viðgerð.
Hetta var longu fráboðað, tá tøkugjaldið var viðgjørt í tinginum.
Niðurstøðan verður gjørd sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin.
Magnus Rasmussen spurdi, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at loysa avbjóðingarnar, nú arbeiðspláss í alivinnuni eru í vanda.