- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey ógvuslig ferðsluóhapp um somu tíð og um somu leið
Tvey fólk, sum hava verið í ferðsluóhappum, eru flutt á landssjúrkahúsið í kvøld.
Í skrivandi stund er óvist, hvussu álvarslig støðan er hjá teimum, ið komu til skaða.
Tað byrjaði við, at ein bilur rendi í veggin í Vágatunnlinum umleið klokkan 19.45.
Ein maður var í bilinum, ið fekk stóran skaða og bleiv vrak av stoytinum. Bilførari varð fluttur á landssjúrkahúsið.
Sambært vakthavandi á politistøðini, so var bilførarin við vit, tá hann varð fluttur á landssjúrkhúsið. Men hvussu álvarsligan skaða, hann hevur fingið, er óvist.
Motorsúkklupolitistur fingið stóran skaða
Nærum samstundis, og um somu leið, hendi eitt annað ógvusligt ferðsluóhapp.
Ein løgreglumaður á motorsúkklu, ið koyrdi í Kollafjarðardali millum rundkoyringina og bensistøðina, hevur mest sannlíkt koyrt á ein seyð.
Við in.fo sigur vaktleiðarin á politistøðini, at motorsúkklupolitisturin er komin illa til skaða og varð fluttur á landssjúkrahúsið. Støðan var kritisk, men hann er við vit, og familjan er kunna.
Vakleiðarin undirstrikar tó, at ferðsluóhappið við politimotorsúkkluni ikki hevði samband við ferðsluóhappið í Vágatunnlinum.