- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið hevði fingið meira í tøkugjaldi eftir gomlu skipanini
Landið hevði fingið meiri í tøkugjaldi, um gamla lógin um tøkugjald hevði verið galdandi seinastu mánaðirnar og næstu tríggjar mánaðirnar.
Orsøkin er, at nýggja lógin um tøkugjald hevur ein nýggjan variabul, nevniliga framleiðslukostnaðin.
Fyrr var tað miðal altjóða laksaprísurin, sum avgjørdi tøkugjaldið.
Nú er tað lutfallið millum framleiðslukostnaðin og miðal altjóða laksaprísin.
Framleiðslukostnaðurin er ein miðalkostnaður fyri hvørt kilo av laksi, sum er framleitt í Føroyum hálvárliga.
90 mió. minni
Óvanliga stóri miðal framleiðslukostnaðurin fyri tíðarskeiðið, sum hevur verið, hevði við sær, at landskassin fekk 90 milliónir krónur minni í tøkugjaldi, enn landsstýrið væntaði at fáa.
Henda støðan fer eisini at seta sín dám á tøkugjaldið í tíðarskeiðnum, sum er frá 1. oktober til 31. mars.
Sambært metingum hjá Fishpool um altjóða miðalprís á laksi næstu mánaðirnar, fer tøkugjaldið at liggja millum 0,5 og 2,5 prosent í oktober og november, men tað kemur upp á fimm prosent í desember.
Eftir gomlu lógini hevði tøkugjaldið ligið á fimm prosentum í oktober og november, altso munandi meiri enn í dag.
Eftir gomlu lógini var tøkugjaldi fimm prosent, um prísurin var hægri enn 36 krónur kilo. Eftir verandi lóg og framleiðslukostnaði skal prísurin upp á 55 krónur, áðrenn tøkugjaldið kemur upp á fimm prosent.
67 kr. í januar
Sambært Fishpool,l verður miðal marknaðarprísurin millum 50 og 60 krónur næstu mánaðirnir, men kemur væntandi upp á 67 krónur í januar. Tá verður tøkugjaldið 7,5 prosent.
Tøkugjaldið verður roknað av avgjaldsgrundarlagnum, sum er kilo av kruvdum laksi, falda altjóða miðalprísin, sambært Fishpool.
Framleiðslukostnaðurin er sostatt knýttur at, hvussu nógvur laksur verður tikin.
Er tøkan lítil, hækkar kostnaðurin. Er hon stór, minkar kostnaðurin, og tøkugjaldið hækkar.
Skuldi tað verið so, at tøkan veksur munandi næsta tíðarskeið, fer tøkugjaldið upp skeiðið eftir.
Hvussu nógv landskassin fær, veldst um, hvussu stór tøkan er, tá tøkugjaldið er stórt.