ES-uttanríkisráðharrar í Kyiv

ES-uttanríkisráðharrar í Kyiv
Endamálið við fundinum er at vísa, at ES stendur fult og heilt aftan fyri ukrainar í krígnum
Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, og uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borell.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.10.2023 - 11:46

Allir 27 uttanríkisráðharrarnir úr ES hittast í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiev, í dag.

- Tað hevur stóran súmbolskan týdning at hittast her, so vit sum samlaður felagsskapur kunnu senda eini greið boð um, at vit standa fult og heilt aftan fyri ukrainar, sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við tíðindastovuna Ritzau.

Víðari sigur hann, at ovast á dagsskránni hjá uttanríkisráðharrunum er, at teir kunnu stuðla Ukraina í verjustríðnum og leggja dent á trygdartisøgnina hjá ES, men eisini hvussu ES-londini hjálpa ukrainum at seta í verk neyðugar nýskipanir, so Ukraina kann gera seg til reiðar til at gerast limur í ES.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948