- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú at útvega annað skip fyri Tjaldrið
Í 2025 verður farið undir at útvega nýtt vaktarskip fyri Tjaldrið.
Tað sæst í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024.
Har stendur, at Tjaldrið er eitt elligamalt og ótíðarhóskandi skip, sum fyllir 50 ár um tvey ár.
Hóast væl røkt, so eru sannlíkindini fyri, at skipið endaliga verður lagt vegna brek størri fyri hvønn dag.
Og har stendur, at farið verður í næstum undir at fyrireika at byggja ella útvega skip fyri Tjaldrið.
Koblingarnar á Tjaldrinum skulu skiftast, og annar høvuðsmotorurin á Brimli skal umvælast.
Í 2025 er ætlanin at játta fýra milliónir til endamálið. Kontan eitur nýtt vaktarskip.
Koblingarnar á Tjaldrinum skulu skiftast. Játtaðar eru tríggjar mió. kr. til tað í 2024.
Annar høvuðsmotorurin hjá Brimli skal takast sundur og umvælast. Játtaðir eru 1,5 mió. kr. til tað arbeiðið í 2024.