- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta 123 millónir í vinningsbýti næsta ár
Landsstýrið væntar at fáa 123 mió. kr. í vinningsbýti frá almennum partafeløgum í 2024.
Tað eru 2,6 mió. kr. meira enn í ár.
Landskassin hevur seinastu trý árini fingið slakar 340 milliónir fyri sín triðing í BankNordik.
Væntað vinningsbýti stavar í høvuðsheitum frá BankNordik og Føroya Tele.
Landskassin væntar at fáa 79 milliónir kr. fyri partabrøvini í Smyril Line. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Partabrøv í Smyril Line
Ætlanin er at selja landsins partabrøv í Smyril Line í ár.
Landið væntar at fáa 79 milliónir krónur fyri tey partabrøvini.
Ongar inntøkur vóru frá vinningsbýti frá almennu grunnunum í 2022 og væntandi vera heldur ongar í ár.
Roknað verður við sjey milliónum krónum í vinningsbýti frá Realinum í 2024.