- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spiralgølan: Krevja meira enn 20 milliónir í endurgjaldi
Spiralgølan: Krevja meira enn 20 milliónir í endurgjaldi
Frá 1966 til 1975 fingu 4.500 kvinnur í Grønlandi snyril, nógvar móti sínum vilja
Mynd: DR, KNR
02.10.2023 - 09:07
67 kvinnur í Grønlandi krevja yvir 20 mió. kr. í endurgjaldi úr danska statskassanum fyri brot á mannarættindini.
Og fleiri krøv eru møguliga á veg, sigur Mads Pramming, advokatur, við KNR.
Endurgjaldskravið er 300.000 kr. frá hvørjari kvinnu.
Frá 1966 til 1975 fingu 4.500 kvinnur í Grønlandi snyril ella spiral, sum við kenna tað, nógvar móti sínum vilja.
Tá vóru 9.000 kvinnur í Grønlandi, sum kundu fáa børn.
Danmark ætlaði, at teir nógvu snyrlarnir skuldu minka fólkavøksturin í Grønlandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV