Brotsmannalið í Svøríki arbeiða seg inn á heilsuøkið

Brotsmannalið í Svøríki arbeiða seg inn á heilsuøkið
Svenska deildin fyri fíggjarlig brotsverk, Økokrim, sigur, at brotsmenn, sum eru limir í bandum í Svøríki, hava stovnað umsorganarfyritøkur
Mynd: ekobrottsmyndigheten.se/  
 
01.10.2023 - 18:24

Økokrim sigur, at tekin eru um, at teir víðka virksemi sítt á umsorganarøkinum.

- Vit síggja greið tekin um, at teir nú arbeiða seg inn á heilsuøkið, og reka heilsustøðir og koppsetingarklinikkir, sigur Sara Persson, serfrøðingur hjá svenska eftirlitsmyndugleikanum fyri fíggjarbrotsverk, við svenska kringvarpið.

Vinningur frá fíggjarligum sviki er mettur at vera um 6 milliardir svenskar krónur, - tað svarar til slakar 3,9 milliardir krónur í okkara peningi. Umleið tvífalt so nógv, sum vinningurin fyri søluna av rúsevnum.

Eftirlitsmyndugleikin nevnir eitt nú dømi um hetta í kriminella netverkinum Foxtrot, har limir fremja ymsk sløg av brotsverkum.

- Vit hava sæð teir smugla rúsevni, og tað eru teir ákærdir fyri. Men vit síggja eisini, at somu fólk hava stovnað og reka feløg, har vit hava ákært tey fyri brot á skattalógina. T.d. høvdu brotsmannaliðini eina konsulentfyritøku, sum veitti fólki stuðul og ráðgeving, og eina fyritøku til frama fyri familjuheim, har brotsmannaliðini fingu pengar frá kommunum fyri at taka sær av einsamøllum børnum, sigur Persson við svenska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342