- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriður í Svøríki
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/skot_i_svoriki.jpg?itok=BWKFkWLw)
Ófriður valdar millum brotsmannabólkar í Svøríki. 42 fólk hava latið lív av skotum í ár og 12 teirra bara í september. Í síðstu viku lat ein 13 ára gamal drongur lív.
Tað er tó einki sum bendir á, at ófriðurin millum hesar bólkar steðgar fyribils.
- Tað er tíverri ósannlíkt, at harðskapurin heldur uppat. Vit væntað fleiri samanbrestir millum bólkarnar næstu tíðina, áðrenn vend kemur í, segði ríkispolitiovastin, Anders Thornberg, á einum tíðindafundi í gjár.
Á tíðindafundinum segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, at løgreglan megnar ikki basa brotsverkunum sjálv og tí verður uppskot lagt fyri Ríkisdagin, um at loyva herinum hjálpa til.
Børn í brotsmannabólkunum
Svenskir miðlar siga, at tað eru fleiri óvissur um ósemjuna millum brotsmannabólkarnar, men at samanbrestirnir snúgva seg í høvuðsheitum um leiðarastøðu á rúsevnismarknaðinum, um pengar og ikki minst um hevnd.
Tað hevur í longri tíð valdað ófriður millum brotsmannaliðini, men tað, sum tó er broytt er, at alsamt fleiri børn verða drigin uppí.
Svenska løgreglan sigur, sambært SVT, at tað eftir øllum at døma er vorðið lættari hjá brotsmannaliðum at fáa børn at gera skitna arbeiðið fyri seg. Tey verða send til bústaðir at skjóta fíggindan ella gera eina spreinging virkna.
Løgreglan sigur, at oftani skylda hesi børn brotsmannabólkunum pengar fyri rúsevnir og rinda aftur við at gera tænastur fyri teir, onnur verður trýst og onnur halda tað vera eina prestigu at vera partur av slíkum bólkum.
Higartil í ár eru 259 skothendingar farnar fram í Svøríki og 124 spreingingar.