- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ingrid Bjarnastein nýggj forkvinna
Ingrid Bjarnastein er nýggj forkvinna í Fjølmiðlanevndini.
Jan Sjóstein, sum hevur verið formaður, seinastu seks árini, er farin frá sum formaður, og er nú vanligur limur í nevndini.
Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur.
Ingrid Bjarnastein er útbúgvin journalistur, og hevur verið limur í Fjølmiðlanevndini síðani 2017.
Ingrid Bjarnastein starvast hjá Atlantic Airways, har hon eitt nú er redaktørur á blaðnum Atlantic Review.
Leiðreglur dagførast
Ingrid Bjarnastein vil at Fjølmiðlanevndin gerst meira sjónlig. Eisini skulu leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið dagførast, so tær samsvara við tann miðlaveruleika, sum er í dag, millum annað við talgildum miðlum.
Hesi átøk ætlar Fjølmiðlanevndin at fara undir í samstarvi við eitt nú Føroysk Miðlafólk og føroysku miðlarnar, sigur nývalda forkvinnan.
Í nevndini, sum verður sett fyri fýra ár í senn, sita Ingrid Bjarnastein, forkvinna, tilnevnd av felagnum Føroysk Miðlafólk, Jan Sjóstein, løgfrøðingur, tilnevndur av landsstýrismanninum í lógarmálum, Sigurjón Einarsson, journalistur, tilnevndur av leiðslunum á redaktiónunum, og Anna Paulina Leo Olsen, akademiskur fyrisitari, tilnevnd av Fróðskaparsetri Føroya umboðandi almenningin.